- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bygningarnir kunnu ikki brúkast
08.02.2017 - 11:20
Innlendis›Heilsa
Bygningarnir kunnu ikki brúkast
Felagsskapurin Javni mælir landsstýrinum frá at brúka 25 milliónir krónur til at dagføra 40 ára gomlu bygningarnar Eirargarð 14 & 16 í Havn
- Tað er ein vánalig loysn at brúka 25 milliónir krónur at dagføra ognirnar Eirargarð 14 og 16, sum eru bústovnar hjá fólki, ið bera brek.
Tað sigur Felagsskapurin Javni, sum biður landsstýrið byggja nýtt, heldur enn at dagføra 40 ára gomlu og ótíðarhóskandi bygningarnar.
Hóast lógaruppskotið um at brúka 25,5 milliónir krónur til at dagføra Eirargarð 14 og 16 enn ikki er lagt fyri løgtingið, so hevur Landsverk boðið út heildarráðgevingina í samband við arbeiðið. Tilboðini skulu vera inni 10. februar.
Tak niður
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV