Fólkaatkvøðan útsett

bannari
Fólkaatkvøðan útsett
Fólkaatkvøðan um stjórnarskipan verður ikki í ár, sum ætlanin annars var, men á flaggdegnum í 2018
 
10.02.2017 - 10:34

Fólkaatkvøðan um stjórnarskipan verður flaggdagin 25. apríl í 2018. Tað hevur løgmaður kunnað floksformenninar um á fundi í morgun.

Landsstýrið miðar eftir, at ein breiður meiriluti í Løgtinginum og fólkinum fer at taka undir við nýggju stjórnarskipanini, skrivar Løgmansskrivstovan á heimasíðuni.

Leggjast fyri Løgtingið á ólavsøku

- Mín uppgáva seinastu mánaðirnar hevur verið at samansjóða øll sjónarmið, so ein breið semja fæst um ein so grundleggjandi spurning sum eina stjórnarskipan.

- Tað er einki dulsmál, at flokkarnir eru ójavnir á máli um ymiskar lutir í stjórnarskipanini. Hetta hevur ávirkað tilgongdina," sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Eftir ætlan skuldi fólkaatkvøðan verða í heyst, men nú verður hon mikudagin 25. apríl 2018. Løgmaður ætlar at leggja stjórnarskipanina fyri Løgtingið á ólavsøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166