Orða stjórnarskipanina av nýggjum

bannari
Orða stjórnarskipanina av nýggjum
Løgmaður hevur framvegis vónir um, at tað fer at eydnast at fáa eina breiða semju um stjórnarskipanarmálið
10.02.2017 - 20:46

Í eini roynd at fáa breiða semju verður steðgur í samráðingunum millum floksformenninar um stjórnarskipanarlógina í einar 4-5 vikur, til embætisfólkini í Tinganesi hava skrivað nýggjar orðingar í stjórnarskipanaruppskotið, sum helst allir flokkar kunnu taka undir við.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Hann sigur, at ósemja er framvegis um formælið í uppskotinum og ymsar aðrar orðingar.  Í hesum umfari hava floksformenninir havt 13 fundir um stjórnarskipanina.

Aksel V. Johannesen var gestur í Degi og Viku í kvøld.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210