Single, not so ready to mingle

Single, not so ready to mingle
So strævið, sum tað ljóðar, so uppliva øll, at onkur ger tað liðugt við seg, og at verðin næstan ikki gevur meining longur. Her eru nøkur ráð til eitt brotið hjarta
12.02.2017 - 16:15

Tað týdningarmesta, tú skalt gera, tá tú hevur eitt brotið hjarta, er at skilja, at lívið gongur víðari. Um eitt parlag ikki riggar, so merkir tað bara, at hetta er nakað, tú skal læra okkurt av. Kanska tað er tað, at tú ikki skalt geva fólki alt og vænta at fáa alt aftur, men at tað so endar við, at tú einki fært aftur, ella er tað okkurt heilt annað.

 

Eins og tá man fer ígjøgnum eina sorgartíð, so hevur eitt brotið hjarta eisini nakrar stadiur, tað fer ígjøgnum:

  • Noktan: “Hetta er ikki endin, hann/hon broytir nokk meining”
  • Vreiði: “Eg hati hann/hana”
  • Broytingarvilji: “Um eg nú bara var øðrvísi, so hevði tað riggað”
  • Sorg: “Eg fari ongantíð at elska nakran aftur”
  • Viðurkenning: “Tað var, og nú er tað ikki.”

 

Tey 10 góðu ráðini:

1. Minst til, at kærleikin einaferð var ordiligur

Bara tí, at tað ikki helt, merkir ikki, at tað ongantíð var ordiligt.
 

2. Skil tað, at kærleiki er ein gáva

Sjálvt um eitt brotið hjarta er ein vemmilig kensla, so fært tú nógva góðan vitan frá tí.
 

3. Royn og hugsa um, hví fólk koma og fara úr tínum lívi

Eckhart Tolle sigur “Life will give you whatever experience is most helpful for the evolution of your consciousness”. Eitt parlag, sum endar, er ikki ein feilur fyri tað.
 

4. Liv í løtuni

Ikki hugsa um allar feilirnar, tú gjørdi í parlagnum og ikki hugsa, at í framtíðini fer alt at broytast. Tað er farligt at bara sita einsamallur og hugsa slík negativ ting, so far heldur út og gang ein túr ella meditera. (Tú andar tað góða og positiva inn, og tað negativa út)
 

5. Ikki taka hevnd

Um tú heldur, at tað er gott at taka hevnd, so heldur tú skeivt. Tað ger bara tingini nógv verri í longdini. Øði ger, at angist og sorg gerast nógv verri, og hetta ger, so at vit ikki kunnu hyggja frameftir og koma víðari. Sum Nelson Madela segði “Resentment is like drinking poison and hoping it will kill your enemies”. Hav nóg nógv virði fyri tær sjálvum, ger negativu orkuna til positiva og goym hana til onkran, ið er verdur at fáa hana.
 

6. Ikki hav samband

Ikki ver ein persónur, sum stoytir salt í sárið. Sletta hann/hana á Snapchat, Facebook, allastaðni, um tú ikki orkar at síggja hann/hana og føla, at hann/hon er til. Sum Mark Twain segði “Never allow someone to be your priority while allowing yourself to be their option”. Legg nóg nógv í teg, so at tú kanst elska teg sjálvan fyrst.
 

7. Tosa

Tað er gott at tosa um tingini. Tosa við vinirnar um støðuna, við mammu tína ella bara við tín hund.
 

8. Tú skalt vita, at fólk elska teg

ONGANTÍÐ hald, at orsøkin til, at onkur gjørdi tað liðugt við teg, er tí tú ikki kundi elskast. Tú kanst elskast, tí tað eru nógv, ið elska teg. Onkuntíð er tað bara so, at fólk ikki kunnu geva okkum tann nærleikan og kærleikan, vit hava uppiborið at fingið, og tí skalt tú ikki geva teimum fólkunum tann kærleikan, tú hevur. Tú ert perfekt/ur, akkurát sum tú ert, og tú hevur uppiborið tín egna kærleika líka so nógv, sum onkur annar hevur.
 

9. Elska teg sjálvan

Bið tað negativa hoppa og renna. Sum Buddha segði “You yourself, as much as anybody in the entire universe, deserve your love and affection.” Ver góð/ur við teg sjálvan, sov ordiligt, et sunt og trena ella gang ein túr inn ímillum. Ikki set teg í títt kamar, og ikki tosa við nakran, tí tað ger alt bara nógv verri.
 

10. Hetta skal nokk ganga

Við einum fóti framman fyri hinum, so gongur tíðin skjótt. Tíni sár lekjast, og sjálvt um tað følist, sum um tú ongantíð kann vera saman við nøkrum aftur, so kemur ein tíð, har tú kanst. Tú ert eitt fantastiskt menniskja, og bara ein fantastiskur persónur hevur uppiborið teg.

 

“The emotion that can break your heart is sometimes the very one that heals it...”

- Nicholas Sparks

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.