Fría fosturtøku í Føroyum?

Fría fosturtøku í Føroyum?
Í síðstu viku viðgjørdi ein donsk útvarpssending kjakið um innførslu av fríari fosturtøku í Føroyum
18.02.2017 - 19:30

Frí fosturtøka er afturvendandi kjak í Føroyum, sum nú er komið fram aftur. Hesa ferð eru tað danir, sum eru byrjaðir uppá hetta kjakið. Eftirsum at danskir politikarar kritisera Donald Trump, av tí at hann ikki vil stuðla felagsskapum, sum hjálpa kvinnum við at fáa fosturtøku í u-londum longur, halda nógvir danir, at teir politikararnir eru hyklariskir, av tí at eitt land í ríkisfelagsskapinum ikki hevur fría fosturtøku. Tað, at danir vilja innføra fría fosturtøku í Føroyum, hevur skapt eitt kjak, sum ikki bara snýr seg um fosturtøku longur, men eisini um ríkisfelagsskapin.

 

 

Danska útvarpssendingin, Reporterne hjá Radio24ogsyv, hevði eina sending um hetta í síðstu viku. Í hesari sendingini tosaðu tey við Katrin Kallsberg, løgtingslim, og Victoriu Voda, føroyingur búsitandi í Danmark. Eisini tosaðu tey við Lisu Holmfjord, sum er forkvinna í Dansk Kvindesamfund.

 

Lisa Holmfjord heldur tað vera hyklariskt av donskum politikarum at lata vera við at innføra fría fosturtøku í Føroyum, tá tey missjonera fyri fríari fosturtøku í øðrum londum. Hon heldur, at tað virkar sum, at danskir politikarar raðfesta friðin í ríkisfelagsskapinum hægri enn rættin hjá kvinnum at ráða yvir egnum kroppi. Tvørturímóti halda bæði Katrin Kallsberg og Victoria Voda, at frí fosturtøka er nakað, føroyingar sjálvir skulu innføra, hóast tær báðar hava ymiskar meinginar um broyting av lógini um fosturtøku.

 

Vilja føroyingar hava fría fosturtøku?

Sum nú er kunnu kvinnur í Føroyum fáa fosturtøku innan fyri ymisk líkindi sum t.d. um kvinnan ella barnið er í vanda. Tað kemur eisini fyri, at føroyskar kvinnur, sum ikki fella innan fyri líkindini av fosturtøkulógini, mugu skifta bústað til Danmarkar og fáa fosturtøku har. Katrin Kallsberg heldur, at hjálpin til kvinnur, ið eru við barn, er nóg góð, og tí skal lógin um fosturtøku ikki broytast. Hetta heldur Victoria ikki, hon vil hava fría fosturtøku í Føroyum, av tí at kvinnur skulu hava rættin at ráða yvir egnum kroppi.

 

í hesum kjakinum er nógv at vera samdur og ósamdur í, alt eftir hvar tú sjálvur stendur politiskt. Tvístøðan hjá summum er, hvørt rætturin hjá kvinnum at ráða yvir egnum kroppi er ein hægri ræðfesting enn friðurin í ríkisfelagsskapinum ella ikki. Eisini kann setast spurningur við, um føroyingar yvirhøvur vilja hava fría fosturtøku. Í sendingini verður víst til kanningar, sum siga, at bara 25% av føroyingum vilja hava fría fosturtøku. Er innføringin av fríari fosturtøku í Føroyum so ikki mest til fyrimun hjá danum?

 

 

 

 

Hoyrið útvarpssendingina her: www.radio24syv.dk.

 

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.