Gevast at framleiða rogn

21.02.2017 - 12:37
InnlendisVinna
Gevast at framleiða rogn
Fiskaaling gevst við allari rognaframleiðsluni og sigur sjey fólkum úr starvi. Felagið tapir kappingina við útlendsku veitararnar, ásannar stjórin

- Fiskaaling fær ikki lønsemi í hesa framleiðslu, tvørturímóti gevur rognframleiðslan undirskot. Tí hava vit gjørt av at steðga nú, sigur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri. 

Fyrrapartin fingu sjey starvsfólk hjá Fiskaaling uppsøgn.

- Tað er hvørki krav ella sjálvfylgja, at føroyskir alarar keypa rogn frá Fiskaaling. Nú er støðan komin hartil, at Fiskaaling tapir kappingina við rognframleiðarar í Norra og Ísland, sigur Jóhanna Lava Køtlum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444