Bjarga farmaskipi út fyri norsku strondina

Bjarga farmaskipi út fyri norsku strondina
Í lýsingini í morgun fer norska bjargingartænastan at sleipa farmaskipið, Tide Carrier, út frá norsku strondini, har tað hevur ligið við maskibreki
Tide Carrier út liggur 100 metrar frá norsku strondini
Mynd: Norska bjargingartænastan  
 
23.02.2017 - 07:20

Við skipinum eru 20 mans, - flestu úr India og ein russari. Seks av manningini eru fluttir í land.

- Skiparin boðaði um middagsleitið í gjár norsku sjóverjuni frá, at teir høvdu fingið maskinbrek. Skipið rak fyri vág og vind, men so kastaðu teir akkerini. Síðani fingu teir aftur maskinuna í gongd aftur, men hon steðgaði aftur, sigur Jan Lillebø, bjargingarleiðari við Stavanger Aftenblad.

Vánaligt veður

Tað er grunt, har skipið liggur nú - 100 metrar úr landi. Nógvur vindur og høg alda hevur verið á leiðini út fyri Rogaland, og tí eydnaðist ikki at bjarga skipinum í gjár.

Nú halda tvey akker og tveir sleipibátar skipinum, so tað ikki rekur á land. Umborð á farmaskipinum eru 600 kubikk av tungolju og 300 kubikk av diesel.

Ætlanin er at sleipa skipið í neyðhavn nú í morgun, tá veðrið verður til vildar. Verður vandi á ferð, verður manningin flutt av skipinum, skrivar norska sjóverjan. Eitt felag í Charlestown í Saint Kitts og Nevis eigur skipið, sum er skrásetet á Komorunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375