2000: Ein neyðug bók

27.02.2017 - 09:44
ListBókmentir
2000: Ein neyðug bók
Malan Marnersdóttir og Erhard Jacobsen ummæla bókina "2000 - tá Føroyar skuldu loysa" eftir Sjúrð Skaale

Bókin "2000 - tá Føroyar skuldu loysa" eftir Sjúrð Skaale hevur fingið nógva umrøðu, og høvundurin hevur fingið nógv oman yvir seg, síðan hon kom út í oktober í 2016. Nú verður hon eisini viðgjørd bókmentaliga á Mentanarkaféini.


Erhard Jacobsen, bókavørður, og Malan Marnersdóttir, bókmentafrøðingur, ummæla bókina. Tey viðgera, hvat bókmentaslag talan um, hvussu samansett bókin er, og tey umrøða myndamál, skrivikynstur og niðurstøðu. Tey siga millum annað, at hetta er ein neyðug bók og fegnast um at sleppa innum tær læstu dyrnar. Tey hava eisini ymiskt at finnast at, siga at hon er kompakt, og at har er ymiskt, sum ikki er neyðugt.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444