- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskivinna for dummies
Í annaðkvøld klokkan 19:30 verður kunnandi og skiljandi tiltak um fiskivinnuna. Tiltakið verður í Smæruni í Havn, og tað er MFS (Meginfelag Føroyskra Studenta), ið stendur fyri tiltakinum.
Tiltakið byrjar við eini framløgu frá Johnny í Grótinum, ið fer at forklára grundleggjandi um fiskivinnu. Hann fer at gera tað áhugavert og skiljandi hjá øllum, eisini fólkum, ið ikki vita nógv um fiskivinnu frammanundan. Framløgan verður í einar 30-40 minuttir.
Eftir fyrilesturin kann mann nýta nýggju vitanina til at skilja eitt pallborðskjak millum Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra, Hanus Hansen, reiðara, Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðing og Magna Laksafoss úr Sambandsflokkinum.
Ung vita ov lítið
Vit hoyra altíð um annaðhvørt makrel, tosk ella kvotur í útvarpinum og í miðlunum sum heild. Hetta er sjálvsagt, tí fiskur og fiskivinna hava so ómetaliga nógv at siga í føroyska samfelagnum. Tó er oftani torført hjá nógvum at skilja, hvat tosað verður um.
Hvat er ein nýskipan? Hvat er eitt veiðuloyvi? Tað eru allarhelst meginparturin av føroyingum ótilvitaðir um. Og tað eru serliga ung, ið næstan onki skilja. Kanska serliga úr Havn, men sjálvsagt eisini aðrastaðni. Hetta er millum annað orsøkin til, at tey valdu at gera eitt tiltak um júst hetta evnið.
- Vit hava valt at gera hetta tiltakið fyri at upplýsa um fiskivinnuna. Fiskivinnan er høvuðsvinna okkara, og tí halda vit, tað er umráðandi, at hon er til at skilja. Vit halda eisini, at tað umráðandi, at fiskivinnan kemur at fylla meira fyri ung, og tí vilja vit gera tað lættari hjá ungum at fáa vitan um hana.
Væntandi fer tiltakið at kunna um og læra luttakararnar meira um fiskivinnu og møguliga birta undir áhugan hjá fleiri ungum.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |