Føroysk Miðlafólk seta fakliga kós

Føroysk Miðlafólk seta fakliga kós
Felagið Føroysk Miðlafólk hevur havt aðalfund, har nýggj nevnd er vald og framtíð felagsins sett út í kortið
Nývalda nevndin í felagnum Føroysk Miðlafólk
Mynd: Felagið Føroysk Miðlafólk  
 
05.03.2017 - 10:16

Í tíðindaskrivi skrivar felagið, at farna árið hevur verið arbeitt miðvíst við at kanna, um felagið skuldi fara í samstarv ella leggja saman við annað felag.

Nýggja nevndin í Føroyskum Miðlafólkum er breitt samansett við fólkum úr øllum miðlaheiminum, tað veri seg úr almenna Kringvarpinum, privatu miðlunum og fríyrkisfólkum.

Hesi manna nú nevndina í felagnum:

  • Jón Brian Hvidtfeldt, formaður
  • Øssur Winthereig, næstformaður
  • Sólvit Nolsø, skrivari
  • Uni Arge, nevndarlimur
  • Beate L. Samuelsen, nevndarlimur
  • Jógvan Hugo Gardar, tiltakslimur
  • Jens Kristian Vang, tiltakslimur
  • Sólvit Nolsø og Jens Kristian Vang eru nýggir í nevndini

Sjálvstøðugt felag

Á aðalfundinum var full semja um, at felagið heldur fram sum sjálvstøðugt felag. Føroysk Miðlafólk fer at seta ferð á fakliga virksemið, bøta munandi um tryggingarviðurskiftini hjá limunum og gera felagið meira sjónligt.

Føroysk Miðlafólk vil vera snúningsdepilin fyri øll miðlafólk í Føroyum og hevur seinastu dagarnar longu fingið fleiri nýggjar limir, skrivar felagið, sum er fíggjarliga sterkt felag.

FAKTA UM FELAGIÐ: Føroysk Miðlafólk er í dag limur í norðurlendska, evropeiska og altjóða fakfelagssamstarvinum fyri journalistfeløg, og ætlanin er at uppraðfesta hesar limaskapir. Føroysk Miðlafólk er einasta felag, sum kann skriva út pressukort í Føroyum.

Føroysk Miðlafólk hava gjørt eina umfatandi kanning av føroyska miðlalandslagnum, sum varð løgd fram á aðalfundinum.

Kanningin er ein støðulýsing av miðlalandslagnum í 2017 og verður grundarlag undir arbeiðnum hjá felagnum at menna journalistiska yrkið og savna føroyska miðlaheimin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262