Vilja lækka valaldurin

bannari
Vilja lækka valaldurin
Tá fólkaatkvøða verður um eina føroyska stjórnarskipan 25. apríl næsta ár, skal valaldurin vera 16 ár, heldur Tjóðveldi
 
30.03.2017 - 14:04

- Enn hava vit ikki havt stundir at reisa spurningin í samgonguni, men tað fara vit at gera nú, sigur Høgni Hoydal við in.fo.

Enn veit formaðurin í Tjóðveldi tí ikki, um samgonguflokkarnir taka undir við at lækka valaldurin á komandi fólkaatkvøðu. Tjóðveldi vil nú reisa málið í samgonguni.

Flokkurin vísir á, at í Skotlandi varð valaldurin fyri fyrstu ferð settur til 16 ár á fólkaatkvøðuni um fullveldi í 2014. Og eisini í Eysurríki og Norra hava tey roynt at lækka valaldurin við ávís val og fólkaatkvøður. 

Í samrøðu við in.fo sigur Høgni Hoydal, at her er talan um at eina heilt serstaka fólkaatkvøðu, tí her skulu vit, fyrstu ferð yvirhøvur á eina fólkaatkvøðu um eina føroyska stjórnarskipan og tað eiga tey ungu eisini at fáa ávirkan á.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928