12 vindmyllur setast upp í Suðuroy

06.04.2017 - 13:31
InnlendisTøkni
12 vindmyllur setast upp í Suðuroy
SEV mælir til stórar grønar útbyggingar í Suðuroynni og eina vindmyllulund aftrat í høvuðsstaðarøkinum

Tað skal fáa elorkuna úr varandi orkukeldum upp í 70 prosent av samlaðu elframleiðsluni. Ætlanin er gjørd í tøttum samstarvi við ORKA, sum fyrr æt Jarðfeingi.

Ætlanin er at seta 12 vindmyllur upp í Suðuroynni saman við einari pumpuskipan og einari battarískipan.

SEV mælir til at byggja eina vindmyllulund við battarískipan aftrat í høvuðsstaðarøkinum. Og byrjast kann longu næsta ár, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV:

Í Suðuroynni hava SEV og ORKA gjørt vindmátingar í eitt lítið ár. Í báðum verkætlanum skulu gerast fleiri kanningar, áðrenn arbeiðið kann byrja.

SEV hevur gjørt sær metingar um, hvat ætlanin fer at kosta, men av tí at øll elframleiðsla skal bjóðast út, fæst ikki at vita, hvør endaligi kostnaðurin verður, fyrr enn útboðið hevur verið, sigur Hákun Djurhuus.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444