- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stuttsøgukapping á Glasi
Nú hava allir næmingar á Glasi møguleikan at luttaka í stuttsøgukapping, har tríggjar tær bestu søgurnar fáa vinning à ávikavist 3000, 2000 og 1000 kr. Umframt peningavirðisløn fáa bestu søgurnar møguliga tilboð um ritsjórnarliga viðgerð við útgávu í hyggju. Hetta er altso ein gyltur møguleiki hjá tær, ið dámar væl at skriva.
- Endamálið við kappingini er at birta upp undir hugin hjá næmingum til kreativa skriving. Skúlin hevur havt kór og skipað fyri sangkvøldum í eitt mannaminni, men enn hevur einki verið gjørt við kreativa skriving, sigur Sámal Soll, ið er ein av fyriskiparunum.
Stuttsøgurnar skulu skrivast á føroyskum, og tær skulu ganga fyri seg í nútíðini í Føroyum. Markið er 2000 orð, so spar uppá orðini!
- Ætlanin er, at hetta skal vera eitt afturvendandi tiltak, og arbeitt verður ímóti at skipa fyri skriviskeiði á skúlanum til næstu ferð, leggur Sámal Soll afturat.
So um tú hevur ein lítlan rithøvund í tær, skriva so eina stuttsøgu. Freistin senda hana inn er 1. mai.
Les meira um kappingina her.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |