Eldur í ruskbingju tætt við olju og bygning

Eldur í ruskbingju tætt við olju og bygning
Tað eydnaðist tó at sløkkja, áðrenn eldurin breiddi seg
Politiið fekk fráboðan um eldin í ruskinum klokkan fýra í nátt.
 
14.04.2017 - 10:05

Eldur var í einari ruskbingju á skipasmiðjuni Mest í Havn í nátt.

Sambært vakthavandi á politistøðini stóð bingjan upp at einum bygningi, og ein vørupallur við spillolju stóð nærhendis brennandi ruskbingjuni. Tí var vandi fyri, at eldurin kundi fara víða um. 

Tað eydnaðist sløkkiliðnum at fáa tamarhald á eldinum, so hann ikki festi í annað eldfimt á skipasmiðjuni. 
Løgreglan fekk fráboðanina um eldin um fýra-tíðina í morgun. Eldurin var sløktur umleið hálvan tíma seinni. 

Í morgun varð farið undir at kanna, hvussu eldur kom í ruskbingjuna. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391