Kommunur vilja ikki tvingast at gjalda talgilding

14.04.2017 - 14:19
Innlendis›Pengar
Kommunur vilja ikki tvingast at gjalda talgilding
Kommunurnar vilja sjálvar sleppa at avgera, hvussu og nær rindast skal fyri verkætlanina, sum kostar 150 mió. kr. Kommunurnar eiga 25 milliónir

Kommunurnar í Føroyum vilja ikki hava talgildu Føroyar og serstakliga kostnaðin av at talgilda Føroyar kroystan niður yvir seg.

Fyribils rokningin til kommunurnar er á 25 milliónir kr., býttar eftir fólkatalið í ymisku kommununum. 

Tað kemur til sjóndar í fleiri hoyringarskrivum frá kommununum og Kommunufelagnum um lógaruppskotið. 
Lógaruppskotið heimilar sum er Fíggjarmálaráðnum at taka gjaldið frá kommununum. 

Misnøgd í Fuglafirði

Fuglafjarðar kommuna er millum atfinningarsomu kommunurnar.

Fuglafjarðar kommmuna skal rinda  770.000 kr. yvir trý ár fyri Talgildu Føroyar verkætlanina, verður hon samtykt. 

Kommunan skrivar í hoyringarsvarið sinum, at hetta er sum at ognartaka kommunalan skattapening við lóg.

Fíggjarnevndin í Fuglafjarðar kommunu hevur viðgjørt málið, og hon heldur, at landið eigur at bera allan kostnaðin av verkætlanini. Síðani kunnu kommmunurnar koma uppí so hvørt og við at taka upp samráðingar við landið, skrivar Sonni í Horni, borgarstjóri. 
Sonni í Horni fær eisini undirtøku frá Kommunufelagnum fyri sjónarmiði sínum. 

Kommunufelagið tekur heilt yvirskipað undir við verkætlanini, men mótmælir staðiliga, at løgtingið við lóg ásetir, at kommunurnar skulu fíggja ítøkiligu verkætlanina.

Kommunurnar eru sjálvstøðugar politiskar eindir, sum hvør í sinum lagi avgera, hvørt tær ynskja at verða partur av verkætlanini, vísir Kommunufelagið á. 

Í stuttari viðmerking, sigur Ruth Vang, forkvinna í Fíggjarnevndini, at bæði Kommununufelagið og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hava verið til hoyringar í Fíggjarnevndini.

Ruth Vang hevur góðar vónir um, at tað fer at eydnast kommununum og Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, at finna ein fíggingarleist, sum báðir partarnir kunnu semjast um. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858