Løgtingið fekk uppritið hjá Høgna í desember

Løgtingið fekk uppritið hjá Høgna í desember
Uppritið um millum annað ognartøku og skerdar fiskidagar er ikki loyniligt, sigur landsstýrismaðurin. Einki er fjalt fyri løgtinginum.
Høgni Hoydal sigur, at Alt er gjørt sambært vanligum mannagongdum í sambandi við at fyrireika lógaruppskotið um fiskidagarnar í hesum fiskiárinum.
 
15.04.2017 - 09:54

Innanhýsis uppritið, sum varð gjørt í Fiskimálaráðnum í sambandi við uppskotið um fiskidagarnar fiskiárið 2016-2017, varð sent Landsstýrismálanevndina tann 13.desember í fjør. 

Uppritið liggur á heimasíðuni hjá nevndini. 

Tað er tí ikki loyniligt longur.

Løgtingið hevði tó ikki uppritið, tá tað viðgjørdi og avgreiddi fiskidagarnar í august í fjør.

Tað er ikki vanligt at senda innanhýsis skjøl hjá aðalráðum saman við lógaruppskotum, tá tey fara í løgtingið.

Sambært løgfrøðiliga uppritinum hjá Fiskimálaráðnum var tað ikki ognartøka at skerja fiskidagarnar og seta dagar av til tey at brúka, sum brúka allar sínar fiskidagar, áðrenn fiskiárið er liðugt. 

Landskassin hevur tí heldur onga endurgjaldsskyldu.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sigur, at ognartøka er ikki partur av kæruni hjá Meginfelagi útróðrarmanna, sum hevur kært Høgna Hoydal.

Hann sigur, at í svarinum hjá honum til Landsstýrismálanevndina, sum er dagfest 6.apríl, verða allir spurningar í kæruni svaraðir. 

Einki er loyniligt, onki er fjalt fyri løgtinginum, sigur hann.

Alt er gjørt sambært vanligum mannagongdum í sambandi við at fyrireika lógaruppskot.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166