- Tíðindi, mentan og ítróttur
Herða reglur í grótbroti
18.04.2017 - 13:13
Innlendis›Samfelag
Herða reglur í grótbroti
Hvalbingar og sandvíkingar, sum skulu stoypa garð ella gera tún, noyðast nú til Porkeris eftir gróti
Bygdarráðið í Hvalba hevur samtykt at gera ymiskar broytingar viðvíkjandi grótbrotinum í Hvalba.
Frameftir skal grótið bara brúkast til arbeiði hjá Hvalbiar Kommunu og til nýbygging í kommununi. Grót til onnur endamál má útvegast í Porkeri, sigur Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba.
Grótbrotið í Hvalba er lítið, og kommunan metir ikki grundarlag vera fyri at seta fólk í starv til at reka grótbrotið.
Tak niður
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV