Løgreglan eftirlýsir mann: Fært tú hjálpt?

20.04.2017 - 07:42
Innlendis112
Løgreglan eftirlýsir mann: Fært tú hjálpt?
Løgreglan leitar í løtuni eftir einum manni, sum rýmdi úr varðhaldinum í Mjørkadali seinnapartin mikudagin

Løgreglan hevur ikki funnið mannin, sum fór til rýmingar úr varðhaldinum í Mjørkadali um fimm tíðina í gjár.

Leitað hevur verið við hundum í nátt, og nú klokkan sjey verður aftur leitað, og tá verður tað saman við bjargingarfeløgunum í Kollafirði og í Tórshavn.

Maðurin, sum er rýmdur, er 37 ára gamal, umleið 1,90 m høgur, heldur boygdur í bygnaði, hann er tunnhærdur og hevur "mána" og var í einum svørtum fleecejakka og svørtum buksum.

Hoyr samrøðuna við Rana Wardum, vaktleiðara á politistøðini, sum útvarpið tosaði við fyrr í morgun.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537