Fyritøkur fáa ikki skattafrádrátt til gransking

22.04.2017 - 10:14
Innlendis
Fyritøkur fáa ikki skattafrádrátt til gransking
Í Føroyum kunnu fyritøkur ikki fáa skattafrádrátt til granskingarverkætlanir

Tað ber til í nógvum evropiskum londum - millum annað í Noregi og Íslandi.

Men í Føroyum er ein líknandi skipan ikki sett á stovn, hóast mælt verður til hetta í áliti frá 2013 um granskingarpolitik, vísur Granskingarráðið nú á.

Breið semja er millum politikarar, granskarar og vinnulív í evropa um, at tað er ynskiligt við nógv meira vinnugransking. Endamálið er at skapa størri vøkstur og styrkja kappingarførið við at skapa nýggja vitan, vørur, tænastur og arbeiðspláss. Tað skrivar Granskingarráðið á sínari heimasíðu.

Í Horizon 2020, sum er granskingarskráin hjá ES, verður stórur dentur lagdur á at menna vinnugransking, og skipanin veitir bæði ráðgeving og fíggjarligan stuðul millum annað til vinnugransking. Eisini føroyskar fyritøkur hava fingið stuðul úr Horizon 2020. 

Flestu lond hava nationalar stuðulsskipanir til gransking og menning, har vinnufyritøkur kunnu søkja. Og eisini hava nógv lond serligar skattaskipanir, sum geva fyritøkur rætt til skattafrádrátt, tá tær gera íløgur í gransking og menning.

Millum annað hevur ein slík skipan virkað í Noregi og Íslandi í fleiri ár. Har er frádrátturin í løtuni umleið 18-20% av góðkendum útreiðslum til gransking og menning.

Í Føroyum ber til hjá vinnufyritøkum at søkja stuðul til gransking og menning úr ymsum grunnum. Men tað finst enn eingin skattafrádráttarskipan. 

Hetta varð annars partur av granskingarpolitikkinum Vitan & Vøkstur frá 2011. Og í tilmælinum um verksetan av politikkinum frá 2013 varð beinleiðis mælt til at seta eina skattafrádráttarskipan í verk.

Men enn eru sambært Granskingarráðnum eingi ítøkilig stig tikin til seta eina slíka skattafrádráttarskipan í verk. 

Granskingarráðið vísur, tó eisini á, at um ein slík skipan skal setast í verk, má hon umhugsast væl. Støða skal millum annað takast til, hvørt tað er vert at brúka orku uppá eins slíka skipan í mun til tað fyrisitingarligu byrðu, sum fylgir við, og eisini er neyðugt at hugsa um samspæl við aðrar skipanir, eitt nú stuðulsskipanir, so stuðul ikki verður latin fleiri ferðir til sama arbeiði. 

Enn eru tó eingi ítøkilig stig tikin til at seta skipanina í verk, vísur Granskingarráðið á.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
174385
Týsdag 30. apríl
Morgunlestur týsdagur 30. apríl 2024
174290
Mánadag 29. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236