SKAM (yvir)analýsa: Søgan um Sanu og Yousef er søgan um Jósef og dreymakotið

Yousef... Ella Jósef? / screendump: skam.p3.no
SKAM (yvir)analýsa: Søgan um Sanu og Yousef er søgan um Jósef og dreymakotið
Disclaimer: Hetta er ikki ein analýsa – hetta er ein YVIRanalýsa. Tað merkir, at eg fari at leggja fram ØLL tekin, sum týða á, at fólkini handan SKAM hava fingið íblástur til søgugongdina í fjórðu sesong í Koranini, Bíbliuni og Toruni. Ábendingarnar eru nógvar í tali.
23.04.2017 - 21:38

Skrivað hevur: Marita á Rógvi


Bíblian, Koranin og Torah eru heilagu skriftirnar í Kristindóminum, Islam og Jødadóminum. Hesar heilagu skriftir hava nógv til felags – millum annað persónar og søgugongdir, sum ganga aftur í teimum trimum religiónum. Ein felagsnevnari er tó greiðari enn hinir – tær heilagu skriftirnar siga allar frá spennandi og bergtakandi søgum, sum eru so væl skrivaðar, at rithøvundar í Hollywood ferð eftir ferð velja at brúka hesar søgur til hollywoodfilmar.

 

Men hvat samband hava hesar tríggjar religiónirnar og heilagu skriftir við norsku ungdómsrøðina SKAM? Ein røð, ið megnar at taka fram álvarsom evni sum skomm, samkyndleika, etingarólag, hevndarporno, átrúnað og enntá fáa allan heiminum at liva seg inn í hesi temu. Tær tríggjar religiónirnar og SKAM hava alt til felags í fjórðu sesong, spyrt tú meg.


Og felagsnevnarin er Jósef.


 

Sana og Yousef
 

Í stuttum vita vit, at fjórða sesong snýr seg um Sanu, sum er ein trúgvandi muslimskur tannáringur. Hon gongur á studentarskúlanum Hartvig Nissens Skole ella “Nissen” saman við vinkonunum Nooru, Vilde, Evu og Chris.

 

Í fyrsta parti hitta vit unga drongin, Yousef Acar. Yousef og beiggi Sanu, Elias, eru vinir. Mín objektiva meting av teimum eygnabráðunum, sum Sana og Elias senda hvørjum øðrum er, at romantiska søgugongdin í fjórðu sesong fer at snúgva seg um tey bæði. Og eg vænti, at søgugongdin fer at vera lík søgugongdini um Jósef, sum er ein partur av Bíbliuni, Koranini og Toruni.

 

Yousef er Jósef
 

Søgan um Jósef er ein sokallað “come of age” søga, har vit fylgja Jósef frá barnsbeini, til hann doyr. Og ein tílík menningarsøga er uttan iva eitt temað, vit fara at síggja í sesongini um Sanu.

 

Søguna um Jósef finna vit í 1. Mósebók 37-50 í Gamla Testamenti og Sura 7 og 12 í Koranini. Longu har er fyrsta samanrenningin, tí í koranini eitur Jósef Yousuf, sum er sera líkt navninum Jósef og ikki minst – Yousef. Uttan iva ein tilvitað samanrenning.


LES EISINI: "Evnini eru tað týdningarmesta"


Yousef og brøðurnir


Jósef verður lýstur sum vakur, góður, vísur, reinur og droymandi. Allar hesar eginleikar tykist Yousef í SKAM eisini at hava. Hann er vakur og droymandi, tá ið vit síggja hann dansa, og so er hann hjálparfólk í barnagarði. What´s not to like.

 

Í átrúnaðarligum samanhangi er Jósef yndisbarnið hjá pápanum: Hann sleppur undan harða arbeiðinum við seyðahaldi, tí hann er gløggur. Brøður hansara, sum eru 11 í tali, eru øvundsjúkir. Teir tveita hann í ein brunn. Ein keypmaður kemur fram á Jósef, og hann verður seldur sum trælur til Egyptalands. Søgan um Jósef endar á tann hátt, sum nógvar menningarsøgur gera. Tað góða sigrar – Jósef verður ein týðandi maður og fyrigevur brøðrunum og bjargar teimum undar hungursneyð.

 

Sambandið millum Elias, Yousef og vinaskar teirra kann skiljast sum ein bólkur av brøðrum. Tað kann hugsast, at vit fara at síggja eina ósemju millum Yousef og “brøður” hansara í vinaskarinum. Hetta, tí Elias hevur sæð, at Sana og Yousef hava amast uppií hvørjum øðrum. Hetta dámdi Eliasi lítið.

 

Talið 12 verður eisini brúkt í samrøðuni millum Yousef og Sanu í øðrum parti. Yousef avdúkar, at hann ynskir sær 12 børn (WHAT!!), og hetta kann vera ein tilvísing til teir 12 brøðurnar. Sana ynskir sær hinvegin tvey børn, og hetta kann vera ein tilvísing til Arsenat – konu Jósefs – sum hann fær tvey børn við. Tí er nærliggjandi at hyggja at konu Jósefs, Asenat.

 

Sana er Asenat
 

Eins og Yousef hevur nógv eyðkenni, sum eru lík eyðkenni Jósefs og Yousufs, so hevur Sana fleiri eginleikar, ið eru líkir konu Jósefs, Asenat. Asenat er dóttir egyptiska prestin, Potifar. Hon kemur frá eini hægri stætt enn Jósef, og hon tilbiður egyptisku gudarnar í mun til Jósef, sum tilbiður hebraiska gudin. Tískil kann hugsast, at Sana og Yousef hava ymiskan hugburð viðvíkjandi átrúnaði. Møguliga er Yousef ikki trúgvandi. Ein annar tanki er, at pápi Sanu er prestur, hóast hetta ikki er sannlíkt, tí vit hoyra mammu Sanu greiða frá, at pápin og Elias ikki eru eins trúgvandi og Sana og mamman.

 

Eins og við navni Yousefs, so eru nøvnini Sana og Asenat eisini lík. Navnið Sana merkir ´glans´, og Asenat merkir “Sólgudanna gáva”. Fer mann eitt fet longur, so eru bókstavirnir í navninum Sana eisini í ASeNAt. Asenat verður eisini lyst sum ein gátuør kvinna, sum verður bergtikin av vakurleika Jósefs. Sana er eisini ein genta, sum vit seta í samaband við mystikk, og vit síggja eisini, hvussu hon eygleiðir Yousuf – á facebook, meðan hann dansar, og tá hann flexar biceps á venjingarmiðstøðini.

 

Vit og hini
 

Søgan um Jósef kann skiljast sum ein sambinding millim fyrstu og aðru Mósebók. Í aðru Mósebók hoyra vit søguna um Móses, og hvussu ísraelsku trælirnar flýggja úr Egyptalandi. Temuni eru ´vit-hini´ og fremmandahatur. Hesu temu hóska væl til politisku støðuna í dagsins samfelag, støðuna við flóttafólkum og økta fremmandahaturin í heiminum.

 

Í fjórðu sesong í SKAM fara vit tískil uttan iva at síggja hesi “vit-hini” temuni sum samleika, tjóðarbólkaeyðkenni og annað. Vit hava longu sæð, hvussu trupult tað er hjá Sanu at fáa frið at biðja, meðan hon er í balli, hvussu mamma hennara ikki ynskir, at hon fylgist við Nooru og co., og hvussu Sana stríðist móti sær sjálvari.

 

Orsøkin til, at kvinnan handan SKAM, Julie Andem, hevur nýtt intertekstuellar tilvísingar til Bíbliuna er, at hon ger tað í øllum sesongunum. Hon brúkar temu úr víðagitnum bókmentum og setir tey í ein samanhang, sum ung kunnu spegla seg í. Eitt nú hevði onnur sesong um Nooru greiðar tilvísingar til “Et Dukkehjem” eftir Henrik Ibsen. Mett verður eisini, at tilvísingar vóru til “Pride and Prejudice” eftir Jane Austin, meðan søgan um ómøguliga kærleikan millum samkyndu Isak og Even var sum tikin úr shakespearianska sorgarleikinum, Romeo and Juliet og miðlað visuelt sum Hollywoodfilmurin Romeo + Juliet við Leonardo DiCaprio á odda. Hesuferð fær Julie Andem óivað fingið íblastur úr søguni um Jósef og hansara dreymakot. Dreymakotið, sum er litfagurt og sum myndar litføgru Sannu.

 

SKAM verður víst í Kringvarpi Føroya sunnukvøld. Síggj fjórðu røð online her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.