Ikki nóg gott at vera í geglinum í Mjørkadali

Ikki nóg gott at vera í geglinum í Mjørkadali
Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, hevur sett danska løgmálaráðharranum eina rúgvu av spurningum um Arresthúsið í Mjørkadali, haðani fangi rýmdi  
Í síðstu viku rýmdi ein fangi úr Mjørkadali. Hann varð funnin í Kaldbak morgunin eftir.
 
24.04.2017 - 12:47

- Fangin, sum rýmdi, er bara enn eitt ítøkiligt dømi um, at viðurskiftini á hýsa fangum í Føroyum ikki eru nøktandi.

Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, sum tí hevur sett danska løgmálaráðharranum, Søren Pape Poulsen, eina røð av spurningum um málið.
 
Viðurskiftini í Mjørkadali komu aftur á breddan í farnu viku, tá ið ein fangi flýddi úr arrestini. Hann varð funnin aftur rættiliga skjótt og er nú sendur til Danmarkar at sita dómin.
 
- Eins og aðrir polikarar havi eg verið í Mjørkadali og fingið eitt gott innlit í viðurskiftini. Og tey eru ikki í ordan. Tilboðini til fangarnar eru ikki nóg góð, manningin er ov fáment, bygningurin er ov langt burturi, og ov ymisk sløg av fangum sita saman, sigur Sjúrður Skaale.
 
- Nú mugu vit fáa greiðu á, hvat danska stjórnin, sum varðar av hesum málinum, ætlar sær at gera, sigur fólkatingslimurin, sum tí hevur sett danska løgmálaráðharranum ikki færri enn fimm spurningar um málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV