Nýggj kunngerð um rottutýning á veg til hoyringar

Nýggj kunngerð um rottutýning á veg til hoyringar
Rotta er framvegis ikki í sjey oyggjum. Men góða sambandið ger, at tað skjótt kann broytast
Rottan kom til Føroyar í 1768, tá eitt skip rak á land.
 
24.04.2017 - 13:58

Nýggj kunngerð um at basa rottuni og at forða fyri, at hon ikki kemur til tær oyggjarnar, sum hon ikki er staðfest í, er ávegis, og kunngerðin verður send til hoyringar í næstu viku.

Tað upplýsir Suni Petersen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, sum hevur verið við til at orða nýggju kunngerðina.

Hann vil ikki í løtuni greina nærri, hvat fer at standa í kunngerðini, tí hon hevur ikki verið til hoyringar, og ikki fyrr enn hoyringarfreistin er farin, verður endaliga uppskotið orðað.

Ikki í sjey oyggjum

Uppskotið um nýggja rottukunngerð verður sent kommunum og stovnum til ummælis, og almenningurin fær eisini høvi at gera viðmerkingar um kunngerðina.

Nýggja kunngerðin leggur upp til at forða fyri at rottan breiðir seg til tær sjey oyggjarnar, har hon ikki er, og eisini um átøk sum skulu gerast, fyri at basa rottuni.

Vegasambandið og sjóvegis sambandið eru nú so góð, at tað bara er ein spurningur um tíð til rottan er allastaðni, segði Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur í farnu viku.

Hann segði seg sakna eina nýggja kunngerð um rottu, sum skal avloysa verandi rottukunngerð, sum er frá 1962.

Rottan kom til Føroya í 1768 við einum skipsvraki, sum rak á land í Hvalba. Eftir tíggju árum høvdu rotturnar breitt seg til Streymoy, Eysturoy og Vágar. 100 ár seinni kom rottan í Norðoyggjar. Á Sandoynni er framvegis ongin rotta og heldur ikki á nøkrum smáum oyggjum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. mai
Morgunlestur leygardagur 31.mai 2025
192277
Leygardag 31. mai
Upp á tá - 300525
192624
Fríggjadag 30. mai
Vikuskiftið 30. mei 2025
192617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. mai
Veðrið
192615
Hósdag 29. mai
Andakt við Pól Johannesen
192558
Hósdag 29. mai
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
192552
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491