Bót til býráðslimir

25.04.2017 - 10:25
InnlendisPolitikkur
Bót til býráðslimir
Býráðslimir í Havn kunnu nú vænta sær bót fyri ikki at akta, tað sigur Turid Arge, Alasjórin í Heilsu- og Innlendismálaráðnum

Býráðslimir í Havn kunnu vænta, at at kommunala eftirlitið fer í lummarnar á teimum eftir pengum, um teir ikki akta boðini um at útflýggja skjøl í tveimum starvsfólkamálum.

Alalstjórin í Heilsu- og Innlendismálaráðnum, Turid Arge, sigur, at ráðið fyrireikar seg til at áleggja býráðslimunum bót.

 

Stríðið snýr seg um tvey starvsfólk á dagstovnaøkinum í kommununi, sum blivu uppsøgd. Kommunan vildi ikki geva starvsfólkunum kæruvegleiðing, tí hon metir ikki at har er nakar kærumyndugleiki viðvíkjandi starvsfólkamálum í kommununi.

Men Mentamálaráðið sigur, at ráðið er kærumyndugleiki, tí tað er ásett í dagstovnalógini. Ráðið hevur biðið kommununa um skjøl viðvíkjandi teimum báðum starvsfólkunum, men kommunan noktar at útflýggja tey. 

Mentamálaráðið vendi sær so til Kommunala eftirlitið undir Heilsu og Innlendismálaráðnum, og eftirlitið gevur ráðnum rætt. Tórshavnar Kommuna skal útflýggja skjølini, annars fáa býráðslimirnir bót. Kommunala eftirlitið gav kommununi freist til 19. apríl at útflýggja skjølini, men ongi skjøl eru komin.

Og nú fáa býráðslimirnir bót. Men teir sum onkunsvegna kunnu prógva, at teir ikki taka undir við avgerðini hjá kommununi, kunnu sleppa undan.

 

Tað er við heimild í grein 55 stk 2, í kommunustýrislógini, at Heilsu- og Innlendismálaráðið nú fer at áleggja býráðslimum í Havn bót. 

Greinin ásetur, at um kommunustýrið heldur seg óvirkið mótvegis lógar-ásettum skyldum, kann landsstýrismaðurin áleggja teimum kommunustýrislimum, sum bera ábyrgd av hesum, tvingsilsbøtur. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444