Bretar koma til Føroya at kunnast um fiskivinnuna

Bretar koma til Føroya at kunnast um fiskivinnuna
Bretar eru vorðnir áhugaðir í føroyska fiskivinnu. Ein sendinevnd kemur til landið seinni í summar.
 
26.04.2017 - 08:46

Fyrst í juni kemur ein bretsk sendinevnd til Føroya at kunna seg um føroysku fiskivinnuna.

Tað var avtalað á fundi millum Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, og bretska fiskimálaráðharran George Eustice í London í gjár.

Á fundinum umrøddu Høgni Hoydal og George Eustice mál av felags áhuga landanna millum, nú Bretland fer úr ES.

Teir báðir umrøddu framtíðar strandarlandasamráðingar, framtíðar fiskivinnusamstarv millum Føroyar og Bretland og framtíðar handilssamstarv millum Føroyar og Bretland. Eisini viðgjørdu Høgni Hoydal og George Eustice samstarvið í Útnorðuri og Norðuratlantshavi annars.

Sambært tíðindaskrivi frá Fiskimálaráðnum hava teir báðir váttað fyri hvørjum øðrum, at Føroyar og Bretland eiga at fara undir eitt tætt og vælskipað samstarv millum londini um málini, sum vórðu viðgjørd á fundinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Sunnudag 12. juli
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
210824
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815