Pensjónslógin á tingborð í dag

bannari
Pensjónslógin á tingborð í dag
Fíggjarmálaráðharrin vil hava at øll millum 21 ár og fólkapensjónsaldur, 67 ár, skulu spara til eftirlønina.
 
18.03.2013 - 00:47
Løgtingið fer fyrrapartin at viðgera uppskotið um nýggja pensjónslóg. Sambært uppskotinum hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, skulu allir borgarar á arbeiðsmarknaðinum, millum 21 ár og fólkapensjónsaldur, sum í løtuni er 67 ár, gjalda til eftirlønarsamansparing.
 
Gjaldið í 2014 verður eitt prosent, og tað hækkar síðani eitt prosentstig um árið, til tað er komið upp á kravdu 15 prosentini í 2028.
 
Øll inngjøld til eftirlønarsamansparingina verða skattað við 40 prosentum, og tá eftirlønin verður goldin út, skulu hvørki skattur ella avgjald rindast til landskassan, stendur í uppskotinum. 
 
Ongin sparing
Landsstýrið væntar, at tá øll eru farin at spara saman til egna eftirløn, fer tørvurin á fólkapensjón at minka, og peningurin kann nýtast til aðrar vælferðartænastur, millum annað heimarøkt, ellisheim og sjúkrarøkt.
 
Men hetta uppskotið hevur onga sparing við sær í almannapensjónum, tí tað heimilar ikki mótrokning. Arbeitt verður við einum nýggjum uppskoti um, hvussu almannapensjónirnar skulu verða frá 2014, og hvussu tær skulu javnast. Ætlanin er at leggja uppskotið fram í heyst, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður. 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454