Galaxy siglir klokkan 15

Galaxy siglir klokkan 15
Galaxy skuldi eftir ætlan fara av Drelnesi í morgun kl. 7, men túrurin var avlýstur. Ætlanin er nú, at Galaxy fer av Krambatanga kl. 15.
Galaxy siglir seinnapartin kl. 15
 
11.05.2017 - 11:13

Veðrið hevur verið ringt at sigla um Suðuroyarfjør síðan í gjár.

Í gjár hevði Galaxy ringan túr suður. Tá skipið var ávegis norð aftur, var so ringt veður, at tað mátti venda aftur inn á Tvøroyri.

Strandferðslan upplýsir, at ættin er eystaneftir, sum er vánalig ætt, og haraftrat er aldan høg.

Galaxy avloysir Smyril, meðan hann er á beding, men Galaxy roynist ikki eins væl sum Smyril, sum ikki ger støðuna frægari.

Roknað verður við, at Smyril kemur aftur í sigling sunnukvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541