10 milliónir krónur í yvirtíð útgjaldast

10 milliónir krónur í yvirtíð útgjaldast
Yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum kunnu nú vænta sær yvirtíðina heilt aftur til 1999
Yvirtíð heilt aftur til 1999 verður nú kanska útgoldin yvirlæknum á Landssjúkrahúsinum
 
16.05.2017 - 13:07

Í eykajáttanarlógini, sum kom í Løgtingið í gjár, eru tíggju milliónir krónur til endamálið.

Landssjúkrahúsið hevur í nógv ár skrásett dagarnar, sum yvirlæknarnir ikki hava avspákað, í ársroknskapinum sum starvsfólkakostnaður, sum Landssjúkrahúsið skyldar, heldur enn at skrásta teir sum útreiðslur. 

Tá yvirlækni hevur vakt í vikuskiftum ella halgidagar, fær hann ein frídag fyri hvørja vakt. Sambært galdandi sáttmála skulu hesir dagar avspákast.

Men tað ber ikki altíð til. Frídagar hava hópað seg upp síðani 1999, sigur Heilsumálaráðið, sum biður Løgtingið um tiggju milliónir krónur til endamálið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097