- Vit høvdu einki val

18.05.2017 - 12:20
InnlendisSamfelag
- Vit høvdu einki val
Landsverk hevur ikki annað val enn at krevja TG Verk eftir øllum pengunum, sum byggiharrin metir seg eiga tilgóðar, sigur stjórin á Landsverki

Tað sigur Ewald Kjølbro, nú landskassin skal leggja pengarnar út, til gerðarætturin er komin til eina niðurstøðu.

Stjórin á Landsverki hevur tó onga vissu fyri, at smápartafelagið klárar at gjalda 76 milliónir krónur, fær Landsverk fult viðhald í gerðarættinum.

Sambært landsverki eru tær 523 milliónirnar, sum Løgtingið higartil hevur játtað til skúladepilin, brúktar í september.

Umframt 86 milliónir krónur til at gera bygningin lidnan, biður Mentamálaráðið eisini Løgtingið um 26 milliónir krónur til nýggjar maskinur til Tekniska Skúla og flagtekju til útbygningin á Glasi.

Tí vaksur samlaða verklagslógin fyri skúladepilin úr 523 milliónum upp í 636 milliónir krónur.

Hoyr alla samrøðuna við Ewald Kjølbro, stjóra í Landsverki, her.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444