Býráðslimir í Havn skulu rinda dagbøtur

Býráðslimir í Havn skulu rinda dagbøtur
Tað hevur Innlendismálaráðið gjørt av, eftir at hava viðgjørt skriv frá Kommunufelagnum og advokatinum hjá býráðslimunum
 
27.05.2017 - 12:36

Býráðslimirnir í Tórshavnar kommunu skulu gjalda 300 kr. í bót um dagin frá 7. juni, tí kommunan ikki vil geva Mentamálaráðnum skjølini í tveimum uppsagnarmálum á dagstovnaøkinum.

Upprunaliga gjørdi Innlendismálaráðið av, at kommunustýrislimirnir skuldu fáa dagbøtur frá 15. mai. Men Kommunufelagið og advokaturin hjá býráðslimunum gjørdu vart við, at dagbøtur ikki áttu at verða givnar, fyrr enn hoyringsskrivið hjá teimum var viðgjørt og avgreitt.

Hoyring ella tulking

Av tí at ivi kundi sáast um, hvørt skrivið til býráðslimirnar skuldi tulkast sum ein hoyring ella fráboðan, gjørdi Innlendismálaráðið av, at ivin skuldi koma býráðslimunum til góðar.

Ráðið gjørdi eisini av, at skrivið frá advokatinum hjá býráðslimunum skuldi tulkast sum hoyringsskriv, - og tí skuldu dagbøtur ikki gevast í tíðarskeiðnum, meðan hoyringsskrivið varð viðgjørt. 

Hoyringsskrivið er viðgjørt nú, og niðurstøðan er, at eingin orsøk er til at bíða eftir møguligum sakarmáli. Tí fáa teir 13 býráðslimirnir 300 kr. í bót um dagin frá 7. juni.

Fara at stevna

Tórshavnar kommuna og Kommunufelagið hava boðað frá, at tey fara at stevna Mentamálaráðnum.

Kravt verður, at Mentamálaráðið viðurkennir, at Tórshavnar kommuna ikki er undirskipaður myndugleiki hjá Mentamálaráðnum í starvsfólkamálum sambært dagstovnalógini.

Tórshavnar kommuna og Kommunufelagið vísa á ein dóm, har eftirlitismyndugleikin gav seks vikur freist uppá at lata inn stevning.

Samstundis varð boðað frá, at eitt rættarmál hevur steðgandi virknað fyri álagdar dagbøtur til ein endalig avgerð er tikin í rættarmálinum. 

Vilja ikki bíða
 
Nú hevur Innlendismálaráðið so tikið endaliga støðu í málinum, og givið boð um at býráðslimirnir skulu fáa 300 kr. í bót um dagin frá 7. juni.

Innlendismálaráðið heldur ikki, at tað sum Tórshavnar kommuna og Kommunufelagið vísa á, kann nýtast í hesum málinum, tí tað kann taka langa tíð til møguligt sakarmál er avgreitt, og SO LEINGI kunnu tey bæði kærumálini sum Mentamálaráðið hevur fingið frá Pedagogfelagnum, ikki bíða, er niðurstøðan hjá Innlendismálaráðnum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815