Skulu sita í varðhaldi fýra vikur aftrat

Skulu sita í varðhaldi fýra vikur aftrat
Løgreglan kannar framvegis málið um mannin, sum varð funnin stungin og skorin í Havn
 
02.06.2017 - 12:50

Tveir menn, 23 og 26 ára gamlir, skulu sita í varðhaldi fýra vikur aftrat. Menninir eru skuldsettir fyri drápsroynd ella grovan harðskap.

Tað var 6. mai, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein maður lá á vegnum úti við Landavegin í vesturbýnum í Havn. 

Maðurin varð stungin og skorin fleiri staðni og bløddi illa. 

Ein tíma seinni handtók løgreglan tveir menn, sum eru ávikavist 23 og 26  ára gamlir. 

Martin Gravesen, ákæri, sigur, at løgreglan skal gera nakrar kanningar aftrat, og tí var neyðugt at fáa varðhaldsfongslingina longda við fýra vikum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006