Takksom fyri at eingin álvarsligur fólkaskaði var

09.06.2017 - 18:16
Innlendis112
Takksom fyri at eingin álvarsligur fólkaskaði var
Tað sigur sýslumaðurin á Tvøroyri, Jaspur Vang, nú politi og sløkkilið í allan dag hava fingist við at sløkkja stóra eldin á Varðanum pelagic

Støðan er ógvuliga keðilig. Hetta er ein dyggur smeitur fyri Suðuroynna og Varðan pelagic.

Tó kunnu vit vera takksom fyri, at lítil og eingin persónsskaði hevur verið, og eingin er deyður.

Sýslumaðurin sigur, at tað framvegis verður arbeitt við at køla eldin.

Tí er fráboðaða trygdarfrástøðan, ið er ein kilometur, framvegis galdandi.

Boðað verður frá í miðlunum, tá trygdarfrástøðan verður broytt, leggur Jaspur Vang, sýslumaður á Tvøroyri, aftrat.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431