Eldsbrunin í London hevur kravt mannalív

Eldsbrunin í London hevur kravt mannalív
Meira enn 50 fólk verða viðgjørd á sjúkahúsi
Mynd: savnsmynd  
 
14.06.2017 - 09:19

Fleri fólk eru deyð í eldsbrunanum í íbúðarháhúsinum Grenfell Tower í býarpartinum Kensington i London og meira enn 50 fólk verða viðgjørd á sjúkrahúsi, siga myndugleikarnir.

Enn er tó ikki nóg gott yvirlit yvir støðuna.  

Tilsamans eru 120 íbúðir í húsinum og hæddirnar eru 27 í tali.

Eldurin breiddi seg skjótt

Eldurin varð fráboðaður stutt aftaná midnátt í gjárkvøldið, og breiddi seg skjótt um allan bygningin. Eygnavitni siga seg hava sæð fólk leypa út ígjøgnum vindeyguni fyri at bjarga sær undan eldinum.

200 sløkkiliðsfólk eru til arbeiðis, og eldsløkkingarstjórin í London, Dany Cotton, sigur eldin vera tann størsta, hon hevur sæð tey 29 árini, hon hevur arbeitt hjá brandmyndugleikunum í býnum.

Íbúðarhúsið Grenfell Tower er bygt í sjeytiárunum, men er nýliga umvælt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120