RF17: Vistfrøðiligur Festivalur

RF17: Vistfrøðiligur Festivalur
Roskilde Festival stuðlar vistfrøðiligum mati, og er ímóti matoyðsli
16.06.2017 - 14:39

Síðan 2011 hevur Roskilde Festival roynt at syrgt fyri, at so nógvur matur á festivalinum sum gjørligt, er visfrøðiligur. Og í ár ætla tey at 90% av matinum skal fylgja hesum kravinum. Eisini samstarva tey við “Stop Spild af Mad” . Hetta er ein felagskapur, sum roynir at eggja fólkið til at tveita so lítið av mati burtur sum gjørligt.

 

Samtarvið við “Stop Spild af Mad” byrjaði í 2014, og tá kláraðu tey at goyma 25 tons av mati, men síðan tá, er tað voksið til 60 tons. Roskilde Festival samstarvar eisini við felagskapin “Det Runde Bord” sum er ein felagsskapur sum samlar mat á festivalum í Danmark. Tá tey hava tikið matrestirnar frá festivalinum, flyta tey tað víðari til køkar, sum síðan gera matin til fólk sum liva í fátækraváða.

 

Í ár hevur Roskilde Festival gjørt ein vistfrøðiligan merkiseðil, í samstarvi við umhvørvis – og matvøru - málaráðnum í Danmark, hetta skal tryggja at allur maturin, ið verður seldur á festivalinum, er vistfrøðiligur. Í ár lýsir Roskilde Festival eisini við, at tey fara at hava meira enn bara vistfrøðiliga øl, til tey sum vilja drekka vistfrøðiligt, men eisini rosé vín.

 

Les meira um Roskilde Festival her

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.