Byggikunngerðin er ov trupul at umsita

Byggikunngerðin er ov trupul at umsita
Sands kommuna hevur kunnað borgararnar um treytirnar í byggikunngerðini, men ætlar ikki at hava eftirlit við øllum
22.06.2017 - 20:37

Kommunurnar eru í villarieði, hvussu nýggja byggireglugerðin skal skiljast og umsitast.

Á Sandi hava tey sent eitt skjal í hvørt hús, sum ger vart við, at byggiloyvi krevst at skifta gólvplátur, skifta læsingar í vindeygum og at mála hús inni hjá sær sjálvum.

Men Brandur Sandoy, borgarstjóri, sigur, at kommunan ætlar ikki at hava eftirlit við øllum, sum fólk gera.

Og Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, sigur, at hann ætlar ikki at vera byggipoliti. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213