Dreymadagur hjá fimleikarunum

bannari
Dreymadagur hjá fimleikarunum
Alt bendir á, at hetta verða bestu oyggjaleikirnir hjá fimleikinum nakrantíð. Her sæst medaljuregnið í fimleikahøllini
Ragnar A. Jacobsen
26.06.2017 - 19:00

Føroysku fimleikararnir vunnu tilsamans níggju heiðursmerki fyrsta kappingardagin, og longu nú hava tey øll verið á heiðursmerkjaskamlinum.

Heiðursmerkini skolaðu yvir føroysku fimleikararnar, sum vunnu trý gull, trý silvur og trý bronsuheiðursmerki fyrsta kappingardagin.

Menninir vunnu tilsamans átta av teimum níggju heiðursmerkjunum, men størstu lógvabrestirnar fingu kvinnurnar, sum vunnu bronsu í liðkappingini í gólvi og lopi.

Fimm av teimum níggju heiðursmerkjunum hingu um hálsin á Aron Jacobsen, sum vann gull í paralellari barr og liðkappingini hjá monnum, silvur í beinsveiggj og rekk og bronsu á gólvinum.

Tey níggju heiðursmerkini í fimleiki vóru hesi:

Trý gull: Menn liðkapping í gólvi og lopi, Aron Jacobsen í paralellari barr og Djóni Sakarisson í lopi yvir hest.

Trý silvur: Aron Jacobsen í rekk og beinsveiggj og Djóni Sakarisson í ringunum.

Trý bronsu: Kvinnur liðkapping í gólvi og lopi, Aron Jacobsen á gólvinum og Hjálmar Allanson Dalsgarð í rekk.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006