Torkil vardi gullið

bannari
Torkil vardi gullið
Hóast Torkil Veyhe kappaðist í øðrum landi minni enn eitt samdøgur undan, so kom hann til Gotland og vardi oyggjaleikagullið
26.06.2017 - 20:09

Vónirnar vóru stórar til Torkil Veyhe undan tíðarkoyringini í dag. Hann er okkara besti súkklari, og hann vann eisini gull á oyggjaleikunum í 2015.

Men uppgávan var ikki bara sum at siga tað hesaferð, tí minni enn eitt samdøgur undan tíðarkoyringini í Gotlandi, hevði Torkil kappast í danmarkarmeistarakapping.

Tað hevði við sær, at Torkil var ikki í Gotlandi fyrr enn í morgun fáar tímar undan, at hann skuldi kappast.

Torkil lat tó ongan iva vera um, hvør var bestur. Hann kom mál við tíðini 46.06.61, sum var næstan tveir minuttir skjótari enn Jack Rebours úr Jersey, sum kom á mál á øðrum plássi við tíðini 47.59.57.

Dávur Magnussen var næstskjótasti føroyingurin. Hann endaði á sjeynda plássi við tíðini 50.16.67.

Samanlagt gekk eisini so mikið væl hjá føroysku súkklarunum, at teir vunnu bronsu í liðkappingini.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375