Fáa nú tænastuboð

Fáa nú tænastuboð
Prestarnir í fólkakirkjuni fáa fyrsta dagin tænastuboð frá biskupi, nú broytingarnar í hjúnabandslógini koma í gildi
Jógvan Fríðriksson, biskupur, er við at leggja seinastu hond á tænastuboðini til prestarnar, nú broytingarnar í hjúnabandslógini eru lýstar
 
27.06.2017 - 12:42

Jógvan Fríðriksson, biskupur, er við at leggja seinastu hond á tænastuboðini til prestarnar, nú broytingarnar í hjúnabandslógini eru lýstar, og koma í gildi leygardagin 1. juli.

Biskupur hevur boðað frá, at prestarnir fara at fáa tænastuboð, sum teir skulu halda seg til, eftir at lógin er komin í gildi. Eftir broytingina í hjúnabandslgini, kunnu samkynd verða vígd borgarliga frá 1. juli.

SÍ EISINI Samkynd kunnu skjótt giftast

Frammanundan hava prestarnir fingið boð frá biskupi um, at teir ikki eiga at lova ov nógv, sum teir ikki kunnu halda, tá lógin er lýst.

Jógvan Fríðriksson vil ikki avdúka hvat fer at standa í tænastuboðunum, men hann leggur aftrat, at tey verða almenn tá prestarnir hava fingið boðini. Tað verður áðrenn lógin kemur í gildi leygardagin, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040