Tvístøða eisini eitt málstríð

Tvístøða eisini eitt málstríð
Prestar hava í nógv ár signað hjún við rituali, sum ikki er løggilt. Teir hava umsett løggilda danska ritualið til føroyskt
Í tænastuboðunum, sum biskupur gav í síðstu viku, stendur, at boðini steðga siðvenjuni, sum er at borgaraliga gift hinskynd pør eru signað á føroyskum við rituali, sum ikki er løggildað
 
03.07.2017 - 12:02

Tvístøðan um at signa borgaraliga vígd í fólkakirkjuni er eisini eitt málstríð. Í tænastuboðunum, sum biskupur gav í síðstu viku, stendur, at boðini steðga siðvenjuni, sum er at borgaraliga gift hinskynd pør eru signað á føroyskum við rituali, sum ikki er løggildað.

Hetta er siðvenja, sum sóknarprestar hava brúkt í nógv ár. Einasta ritual í Føroyum hesum viðvíkjandi, sum er løggilt, er á donskum. Tað er frá 1938.

SÍ EISINI Ritualið má broytast

Jógvan Fríðriksson, biskupur, hevur gjørt Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í kirkjumálum, varuga við, at nú tíggju eru liðin, síðani fólkakirkjan varð yvirtikin, brúkar kirkjan framvegis danskt.

Tænastuboðini frá biskupi eru, at prestarnir kunnu signa hinskynd pør, sum eru borgarliga gift, á donskum. Og danska ritualið skal brúkast orðarætt. 

Einki frávik frá danska orðaljóðinum er loyvt, - heldur eingin leyslig umseting av ritualinum til føroyskt. Vígd samkynd kunnu ikki signast, tí einki ritual er.

SÍ EISINI Tænastuboðini eru nú givin

Biskupur heldur, at borgarliga gift hinskynt, har bæði eru limir í fólkakirkjuni, hava rætt til signing á donskum, um tey vilja tað. Men er bara annað limur í fólkakirkjuni, kann sóknarpresturin bera seg undan at signa tey. 

Tá tað er sagt, heldur biskupur, at tað er at gera mun á fólki bara at signa hinskynd og ikki samkynd, - tað er diskriminatión, heldur hann.  

Biskupur mælir tí sóknarprestunum til í minst møguligan mun at nýta danska ritualið til at signa borgarliga vígd, altso til at signa borgaraliga vígd yvirhøvur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Fríggjadag 11. september
LEITISSTEIN 11.09.2026 (Silvurdrongur)
213130
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Fríggjadag 11. september
RagnarRokk: Julien "Nutz" Deyers um The Ember Gone
213093
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039