Andstøðan mælir staðiliga frá at samtykkja uppskot

bannari
Andstøðan mælir staðiliga frá at samtykkja uppskot
Álitið hjá Vinnunevndini varð eftir nógv rumbul í tinginum seinnapartin í gjár lagt fram beint eftir klokkan 18
Andstøðan, sum hevur meirlutan í Vinnunevndini, mælir staðiliga frá at samtykkja uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um fiskivinnunýskipan
 
04.07.2017 - 08:01

Andstøðan, sum hevur meirlutan í Vinnunevndini, mælir staðiliga frá at samtykkja uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um fiskivinnunýskipan.

Eftir nógv rumbul í tinginum seinnapartin í gjár, varð álitið hjá Vinnunevndini lagt fram beint eftir klokkan 18 í gjárkvøldið.

Andstøðan undrast í álitinum á, at aðalstórin í Fiskimálaráðnum ikki hevur verið við til hoyringar. Í álitinum skrivar meirlutin í Vinnunevndini:

SÍ EISINI Fleiri tillagingar í uppskoti

"Aðalstjórin í Fiskimálaráðnum hevur av einhvørjari orsøk ikki verið við til hoyringarnar. Tað er sera óvanligt í so stórum og týðandi málum og kann neyvan góðtakast. Og tað barst eisini stjóranum í Vørn frá at vera við. Her er talan um embætisfólk, sum skulu umsita skipanina, um hon verður samtykt."

Víðari stendur í álitinum: "Tað eru tí nógvir spurningar um avleiðingar av uppskotinum, sum meirilutin í nevndin metir seg ikki hava fingið nøktandi svar upp á, og meta vit tí uppskotið als ikki vera búgvið at samtykkja."

Minnilutin í Vinnunevndini, tað eru samgonguumboðini, mælir til at samtykkja uppskotið. Men minnilutin hevur ymiskar broyingar til uppruna uppskotið.

Meira veiddur fiskur bjóðast út

Millum annað verður skotið upp, at parturin av veiddum fiski, ið skal bjóðast út, verður øktur upp í 25%. Eisini skjýtur minnilutin upp, at í minsta lagi 25% av botnfiskinum, sum verður veiddur í føroyskum sjóøki og á fjarleiðum, verður førdur heilur við høvdi til lands í Føroyum.

Eisini mæla samgonguumboðini til, at tá inntøkurnar frá tilfeingisgjaldi og líknandi inntøkum eru høgar, eigur partur av inntøkunum at verða settar í konjunkturjavnandi búskapargrunn.

Eingin onnur viðgerð av uppskotinum um fiskivinnunýskipan verður í morgin. Tingfundurin byrjar klokkan 11, men onnur mál eru á skrá, áðrenn fiskivinnunýskipanin kemur fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
LEITISSTEIN 013.02.2026 (Tunghoyrt)
204197
Fríggjadag 13. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Alto
204171
Fríggjadag 13. februar
Morgunlestur fríggjadagur 13.februar 2026
203860
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117
Hósdag 12. februar
Filip: Tað er løtan
204118