Føroyar og Grønland hava týdning fyri Danmark

Føroyar og Grønland hava týdning fyri Danmark
Føroyar, Grønland og Danmark skulu arbeiða tætt saman, tí samstarvið hevur týdning fyri danskan uttanríkispolitikk, sigur Anders Samuelsen við KNR
 
09.07.2017 - 16:31

Føroyar og Grønland hava stóran týdning fyri danska uttanrikispolitikkin. Tað er avgerandi neyðugt, at Føroyar, Grønland og Danmark arbeiða tætt saman um norðurpólsleiðina um Aktis.

Grønland ger, at Danmark sleppur lættari fram at umsitingini í USA, lættari enn nógv onnur lond.Tað váttar danski uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen, í samrøðu við KNR.

Í strategiini hjá donsku stjórnini um uttanríkispolitikk og trygdarpolitikk í 2017 og 2018 er stórur dentur lagdur á búskaparliga menning í Arktis.

Leggja dent á ríkisfelagsskapin

Anders Samuelsen sigur bart út, at uttan Føroyar og Grønland bleiv ikki lurtað so nógv eftir Danmark í øðrum londum. Og enn eina ferð leggur ein danskur ráðharri dent á ríkisfelagsskapin.

Saman eru øll trý londini sterkari. Grønlendskir politikarar hava í nøkur ár funnist at dønum, tí Grønland sleppur ikki upp í part í uttanríkispolitikkinum, uttanríkispolitikkinum og trygdarpolitikkinum hjá ríkinum.

Somu atfinningar eru komnar úr Føroyum. Anders Samuelsen visir aftur í samrøðuni við KNR, at Grønland ikki verður tikið við upp á ráð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Mánadag 16. mars
Fótbóltsprát
205696
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Trapputing í Tórshavn
205724
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709