Innflutt kelidjór kunnu hava smittandi sjúkur

Innflutt kelidjór kunnu hava smittandi sjúkur
Loyvt er ikki at koma til Føroya at ferðast við kelidjórum og bert fólk við føstum bústaði her kunnu innflyta kelidjór
 
11.07.2017 - 10:08

Nú hægsta feriutíð er, og nógv fólk ferðast hendanvegin, ger Heilsufrøðiliga starvsstovan vart við reglurnar fyri innflutningi og ferðing við kelidjórum.

Reglurnar eru settar fyri at tryggja, at smittandi sjúkur ikki verða bornar til landið. 

Úti í heimi eru djórasjúkur, sum ikki eru í Føroyum, og tær vilja vit verja okkum fyri, so djór hjá okkum ikki fáa smittandi sjúkur, sigur starvsstovan.

Sambært reglunum er ikki loyvt at koma til Føroya at ferðast við kelidjórum.

Kunnu taka hund ella kettu í Føroyum við uttanlands

Bert fólk, ið hava fastan bústað í Føroyum, kunnu innflyta hundar, kettur og onnur kelidjór til landið.

Fólk, ið hava fastan bústað í Føroyum, kunnu taka hundin ella kettuna við sær uttanlands við ávísum treytum. Millum annað skulu krøv um koppseting og heilsukanning vera fylgd.

Skjølini skulu vísast tollvaldinum, tá djórini koma til landið, annaðhvørt á flogvøllinum ella á bryggjuni. Meira stendur á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, hfs.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672