Kæra rektaran á Glasi

Kæra rektaran á Glasi
Kært verður um bygnaðin, arbeiðsumhvørvið, um leiðslustílin hjá rektaranum og um, at fólk hava fingið múlaband.
Bogi Bech Jensen
Mynd: savnsmynd  
 
11.07.2017 - 14:06

Lærarar og starvsfólk í Glasi í Hoydølum og í Marknagili hava kært rektararan, Boga Bech Jensen, til landsstýriskvinnuna í mentanarmálum.

Kæran er 16 síður og kært er um 11 viðurskifti, sæst í innlitinum, sum Kringvarpið hevur fingið.

Kært verður m.a. um bygnaðin, arbeiðsumhvørvið, leiðslustílin hjá rektaranum og um, at fólk hava fingið múlaband.

Og fólk kenna seg ótrygg og bangin á arbeiðsplássinum.

Kæran er dagfest 23. juni, og sjey fólk hava undirskrivað hana fyri undirvísarar og starvsfólk, sum arbeiða á Glasi í Hoydølum og Marknagili.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846