Gleðistundin bleiv ein marra

Gleðistundin bleiv ein marra
Týskvøldið bleiv Símun Joensen pápi at einum dreingi. Tað skuldi sjálvandi vera ein gleðistund. Men tað endaði sum ein marra.
21.07.2017 - 19:54

So nógv óskil var á føðideildini, at nýklækti pápin skalv av øði, tá sonurin kom í heimin.

Stríðið á føðideildini, sum byrjaði sum eitt fakstríð, fær nú beinleiðis ávirkan á foreldur.

Ljósmóðurin ásannar støðuna

Alt bendir á, at talan var ikki um manglandi fakligan førleika hjá donsku ljósmóðurini, men at hon onga veruliga rundsýning hevði fingið á føðideildini, áðrenn farið var í gongd við føðingina. Ljósmóðurin sjálv skrivaði millum annað soleiðis til foreldrini:

"Eg kann taka undir við øllum, sum tit hava sagt, eisini í miðlunum, og eg taki eisini undir við atfinningum viðvíkjandi umstøðunum, sum tit og onnur foreldur líða undir í løtuni. Eg vóni veruliga at umstøðurnar skjótt verða betri."

Stjórin harmast

Sjúkrahússtjórin Johnny í Grótinum er uttanlands og kundi ikki gera samrøðu við Kringvarpið í dag. Hann skrivar kortini til okkara, at hann harmast um, at foreldrini ikki hava kent seg trygg, og at tey hava havt eina keðiliga uppliving.

Vit vildu sjálvandi spyrja hann, hví mannagongdirnar fyri avloysarar ikki eru greiðari, og um hann framvegis sum stjóri kann standa inni fyri trygdini á Landssjúkrahúsinum.

Fyri tveimum vikum síðan segði hann annars, at hann kundi standa inni fyri trygdini á føðideildini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 2. mai
Jambalaja - 020526
207822
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472