Nyttaði ikki at kæra Starvsstovuna

Nyttaði ikki at kæra Starvsstovuna
Vinnukærunevndin sendi eina kæru frá Bakkafrosti um Heilsufrøðiligu starvsstovuna til Vinnumálaráðið, sum gav Starvsstovuni viðhald
 
24.07.2017 - 09:44

Vinnumálaráðið gav Heilsufrøðiligu starvsstovuni viðhald, tá hon steðgaði einari sending av laksi hjá Bakkafrosti, sum skuldi til Russlands. 

Bakterian listeria var staðfest í laksinum. Og Russland hevur strangar reglur um matvørutrygd. 

Bakkafrost kærdi avgerðina til Vinnukærunevndina. Men nevndin helt ikki, at hon hevði málsræði at viðgera kæruna.

Kæran endaði tí í Vinnumálaráðnum, sum tó staðfesti avgerðina hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur síðani 23.juni ikki undirskrivað loyvini, sum krevjast til útflutningin hjá Bakkafrosti til Russlands. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576

Annað frá KVF