Taks steðgaði pakkum við rúsdrekka og sigarum

Taks steðgaði pakkum við rúsdrekka og sigarum
Skatta- og avgjaldskærunevndin hevur staðfest tvær avgerðir hjá TAKS um ikki at útflýggja tveir postpakkar
Orsøkin til avgerðirnar hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini er tann, at bara Rúsdrekkasølan kann innflyta rúsdrekka
 
25.07.2017 - 10:08

Tað er ikki so snilt at fáa brennivín og sigarir sendandi við postinum, tí so er vandi fyri, at pakkin steðgar hjá tollarunum.

Skatta- og avgjaldskærunevndin hevur staðfest tvær avgerðir hjá TAKS um ikki at útflýggja tveir postpakkar. 

Í øðrum pakkanum var rúsdrekka, í hinum sigarir.

Rúsan einkarrætt

Orsøkin til avgerðirnar er tann, at bara Rúsdrekkasølan kann innflyta rúsdrekka.

Undantøk eru tó ferðafólk og altarvín.

Og tubbak kann bara innflytast til at selja, ikki til egna nýtslu.

Lógin, sum skal fáa føroyingar at roykja minni, sigur, at tubbak kann ikki innflytast til annað enn til vinnuligt endamál, tað er at selja.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Hósdag 19. mars
Miðflokkurin í heita stólinum (5:7)
205862