Regin Marnersson verður skúlastjóri á Fløtum

Regin Marnersson verður skúlastjóri á Fløtum
Starvið varð lýst leyst tvær ferðir - fyrru ferð vóru tíggju umsóknir, seinni ferð vóru 14
 
25.07.2017 - 12:52

Regin Marnersson er settur í starvið sum skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum í Havn. 

Regin Marnersson er 37 ára gamal. 

Hann hevur starvast í skúlaverkinum í mong ár. 

Hann var lærari í Tórshavnar kommunuskúla frá 2005 til 2012, varaskúlastjóri og seinni stjóri í Skúlanum á Giljanesi frá 2012 til 2015. Síðani 1.mars 2015 hevur hann verið stjóri í Námi. 

14 umsóknir

14 umsóknir vóru til starvið sum skúlastjóri á Skúlanum á Fløtum.

Starvið varð lýst leyst tvær ferðir.

Fyrru ferð vóru tíggju umsóknir, men Mentamálaráðið vildi hava fleiri umsóknir.

Regin Mernersson tekur við starvinum sum skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum tann 1.august.

Fríðgerð í Líð er sett sum fyrstalærari í Hósvíkar skúla, og Marin Sigvaldsdóttir Bláberg í starvið fyrstalærari í Hvalvíkar skúla. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576