Betri spyr umboðsmannin um kanningina

Betri spyr umboðsmannin um kanningina
Talan er um fyrispurning, ikki um kæru, sigur nevndarformaðurin í Betri banka
 
27.07.2017 - 15:39

Betri hevur vent sær til løgtingsins umboðsmann um kanningina, sum Bárður Larsen hevur gjørt fyri fíggjarmálaráðið um skattamálið.

Tað váttar Torben Nielsen, formaður í nevndini fyri Betri banka, fyri útvarpinum.

Hann leggur dent á, at talan er um ein fyrispurning, ikki eina kæru, til løgtingsins umboðsmann.

Ónøgdur við kanningina

Nevndarformaðurin í Betri banka er ónøgdur við kanningina, tí hon bara tekur støði í skjølum, sum TAKS liggur inni við, og í ávísum førum í samrøðum við starvsfólk hjá TAKS.

Kanningin skuldi vera av málsgongdini í TAKS, men hon ger eisini niðurstøður um, at tað er sannlíkt at Eik hevur villeitt, uttan at starvsfólk í Eik, sum tóku umstríddu avgerðirnar, eru hoyrd, sigur hann.

Finst forteytunum

Málið er nú sent fútanum, og tá ákæruvaldið kortini skal avhoyra allar partar, kann spurningur setast við virðið á kanningini hjá Fíggjarmálaráðnum, heldur Torben Nielsen.

Hann finst ikki at sjálvum arbeiðnum, sum Bárður Larsen hevur latið úr hondum, men at teimum fortreytunum fyri arbeiðnum, og at tí arbeiðssetningi, sum Bárður Larsen hevur fingið frá Fíggjarmálaráðnum, áðrenn kanningin var gjørd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232