Framtíðin hjá fiskivinnuni verður avdúkað í dag

bannari
Framtíðin hjá fiskivinnuni verður avdúkað í dag
Løgtingið verður sett klokkan 13.00, og tá fer løgmaður at halda røðu. Hann hevur lovað at siga, hvat samgongan ætlar við fiskivinnuni
Nógv stendur á Akseli V. Johannesen, løgmanni og samgonguleiðara, nú full semja ikki er í samgonguni um fiskivinnunýskipan.
 
29.07.2017 - 10:13

Í dag fáa andstøðan í løgtinginum, vinnan og onnur loksins at vita, hvat samgongan fer at gera við fiskivinnunýskipanina.

Løgtingið verður sett í dag, og nýggj tingseta byrjar.

Løgmaður fer at halda ólavsøkurøðuna, har hann millum annað fer at boða frá, hvør fiskivinnunýskipanin nú verður.

Hon verður løgd fram í august, segði løgmaður í gjár

Løgtingið verður sett klokkan 13.00.

Gudstænasta fyrst

Men fyrst fara løgtingsfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk í skrúðgongu í Dómkirkjuna.

Anne Mette Greve Klementsen, prestur, prædikar á ólavssøkugudstænastuni í ár. Hon er klokkan 11.00.

Kringvarpið, bæði útvarp og sjónvarp, sendir guðstænastuna, tingsetanina og sangin, sum er á tinghúsvøllinum fyri tingfundin.

Í ár stjórnar Tóra Vestergaard stóra kórinum, sum syngur.

Til ber eisini at síggja og hoyra ólavsøkugudstænastuna og ólavsøkurøðu løgmans á stórskíggjanum í Vágsbotni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523