Poul Michelsen til Moskva

Poul Michelsen til Moskva
Roynt verður at fáa fríhandilssáttmála við Russland. Sáttmálin við Turkaland verður væntandi staðfestur í hesum árinum
 
01.08.2017 - 09:12

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, fer í september til Moskva á vitjan, í sambandi við at roynt verður at fáa fríhandilssáttmála við Russland.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið sigur í løgmansrøðuni, at russiski marknaðurin er sera týdningarmikil fyri Føroyar, og tí verður nógv orka brúkt at fáa eina fríhandilssáttmála, bæði á embætisstigi og á politiskum stigi. 

Men at fáa ein fríhandilssáttmála er ikki sum at siga tað.

Russland er partur av Evro-asiatiska búskaparsamveldinum saman við Hvítarusslandi, Kasakstan, Kirgisistan og Armenia. 

Ein fríhandilssáttmáli fevnir um øll londini í hesum felagsskapinum, og hon er bæði drúgv og umfatandi, sigur uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Turkaland

Turkiska tjóðartingið hevur samtykt fríhandilssáttmálan við Føroyar, men enn vantar góðkenning á ráðharrastigi, soleiðis at turkiska stjórnin formliga kann boða frá, at sáttmálin er endaliga staðfestur. 

Politiski ófriðurin í Turklandi hevur eisini seinkað fríhandilssáttmálanum við Føroyar, men uttanríkis- og vinnumálaráðið væntar, at hann verður endaliga staðfestur í hesum árinum. 

Kina

Landsstýrið roynir eisini at fáa fríhandilssáttmála við Kina. 

Í november í fjør var skipað fyri vinnuferð til Kina, og í juni varð skipað fyri føroyskum tiltaki í Beijing. 

Um ársskiftið varð heilsufrøðiligur sáttmáli gjørdur við Kina, so føroyskar fyritøkur kunnu útflyta makrel til Kina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329