Elis Poulsen heiðraður

Elis Poulsen heiðraður
Í kvøld varð skipað fyri einum heiðurstiltaki fyri Elisi Poulsen fyri at takka honum fyri arbeiðið, hann hevur gjørt fyri dansibandstónleikin.
04.08.2017 - 19:45

Elis Poulsen hevði herfyri 65 ára føðingardag. Hann er best kendur úr Útvarpinum, har hann millum annað hevur gjørt nógvar sendingar um dansibandstónleik.

Í ár eru 28 ár síðan, at Elis Poulsen hevði sína fyrstu tónleikasending í Útvarpinum, sum kallaðist 'Á Tónatingi'. Hann er eisini kendur frá 'Lurtarnir og Vit', og seinnu árini hevur hann gjørt vælumtóktu sendingina 'Upp á tá'.

Elis Poulsen fekk staðfest sjúkuna Parkinson fyri nøkrum árum síðan. Tað er orsøkin til, at eyðkenda rødd hansara ikki er at hoyra í útvarpinum longur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Gudstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375